Fróðskaparsetur Føroya
University of the Faroe Islands

Foråret 2008

 

 

Orðabókarfrøði og yrkisorðafrøði (Leksikografi)
Várið 2008
Tíð: týsdag kl. 13-16
Námsstig: 10 ECTS
Lærari: Jógvan í Lon Jacobsen

Várhálvuna 2008 verður eitt skeið í orðabókarfrøði og yrkisorðafrøði. Endamálið við skeiðinum er at geva innleiðslu í frøðigreinirnar orðabókarfrøði og yrkisorðafrøði. Ástøðiliga eru hesar greinir ymiskar, tí at endamálið við teimum er ymiskt, men í føroyskum samanhangi hevur ikki verið gjørdur so stórur munur á teimum. Roynt verður at viðgera tað, sum eyðkennir hesar frøðigreinirnar, og at síggja føroyska orðabókarfrøði og yrkisorðafrøði í hesum ástøðiliga ljósi.

Próvtøkuformur: skrivlig roynd í 6 tímar.

Staðanøvn (Stednavne)
Várið 2008
Tíð: mikudag kl. 9-12
Námsstig: 10 ECTS
Lærari: Eivind Weyhe

Í undirvísingini lærir studenturin grundleggjandi hugtøk innan staðanavnafrøði. Hugtakið sernavn (proprium) verður lýst, og tá serliga staðanavn. Greitt verður frá staðanavnakeldum, innsavning, flokking og staðanavnatolking. Komið verður inn á hvørja funktión staðanøvn hava havt og hava, eins og spurningar sum hvat staðanøvnini siga okkum, og hvat staðanavnafrøðin kann brúkast til, harundir tilknýti ella samband hennara við aðrar frøðigreinir.

Kunnað verður um staðanøvn og staðanavnagransking í næstu grannalondunum, men mesti denturin verður lagdur á føroysk staðanøvn og føroyska staðanavnagransking.

Sum ástøðilig grundbók verður brúkt Vibeke Christensen (Dalberg) og John Kousgård Sørensen: Stednavneforskning 1-2 (København 1972-79), sum studenturin verður biðin um at ogna sær. Harumframt verða lisnar greinir ið viðgera staðanavnagransking sum heild ella ymsar tættir innan staðanavnagransking og greinir ið viðgera einstøk staðanøvn.

Próvtøkuformur: Skrivlig roynd í 6 tímar ella frí heimauppgáva.

Samansett kvæði (Sammensatte ballader)
Várið 2008
Tíð: hósdag kl. 9-12
Námsstig: 10 ECTS
Lærari: Eyðun Andreassen

Viðgjørd verða fyrst og fremst Sniolvs tættir, Sjúrðar kvæði og Ívint Herintsson. Søgurnar skula greinast og samanberingar gerast við somu søgur í kvæðum og prosa í norrønum, norðurlendskum og øðrum versiónum.

Evni á skeiðinum er summi av teimum drúgvu samansettu kappakvæðunum m.a. Sjúrðar kvæði, Sniolvs tættir, Ívint Herintsson og møguliga onnur. Arbeitt verður við kompositión og søgugongd undir munnligum frásøgutreytum, og borið verður saman somu søguevni undir øðrum frásøgutreytum. Arbeitt verður við persónslýsingum, tema, konfliktevnum, hugmyndafrøði, leiklutum og søguumhvørvi. Aðrir spurningar at seta er m.a. um nýyrking mótvegis kompilatión av kendum tilfari, og kjakast verður um meining og støði í mentanarligum jørðildi.

Arbeiðsháttur: fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði.

Próvtøkuformur: frí heimauppgáva ella skrivlig roynd í 6 tímar.

Sjálvsævirit (Selvbiografier)
(skal kompleteres)
Várið 2008
Tíð: to perioder inden for januar-april
Námsstig: 10 ECTS
Lærari: Soffía Auður Birgisdóttir

Soffía Auður Birgisdóttir fer at undirvísa í einum lestrarevni, sum vit fyribils kunnu nevna Sjálvsævirit, og sum telur 10 ECTS. Hon fer at undirvísa 2x2 tímar í 5 vikur, viku 5-9. Í apríl kemur hon aftur at leiðbeina í ritgerðarskriving í lestrarevninum. Skeiðslýsing og endalig tímatalva kemur seinni.

Próvtøkuformur: Frí heimauppgáva ella skrivlig roynd í 6 tímar.

LINKS

...

 

NORDISK SPROG, LITTERATUR OG KULTUR 700-1500

KOORDINATOR
Rolf Stavnem
Aarhus Universitet

ADRESSE
Afdeling for Nordisk Sprog og Litteratur
Bygning 1467
Jens Chr. Skous Vej 7
8000 Århus C

MAIL
norrs@hum.au.dk